Tiltakið er útselt.
Vit gleða okkum at síggja øll leygardagin til ein hugnaligan dag saman í góðum hýri.
Covid-19 skal takast í størsta álvara!
Tí gongur heimurin nýggjar leiðir, og tað gera vit eisini! Vit fara at skipa fyri “Sail In” undir Gøtueiði.
Hetta er nakað tað sama sum eitt “Drive In”, ið vit kenna frá amerikanskum filmum, kanska mest í 70´inum.
Vit seta borð og stólar og grillirnar upp og hava einnýtis tallerkar og gløs. So møguleiki verður at hugna sær í landi og grilla sær okkurt gott, um áhugi er fyri tí.Vónandi hevur onkur okkurt ljóðføri við. Tað gevur altíð ein góðan stemning.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur.
“Frástøðan fær okkum at virða nærveruna”.
Sigast skal, at hetta hevur onki við bátatreffið í Søldarfirði at gera. Tað fylgir bátafestivalinum á Toftum.