Bátatreffið 2019
Sum fastur táttur er, verður treffið aftur hildi í Søldarfirði fríggjadagin áðrenn Bátafestivalin á Toftum – í ár er hetta 3. mai.

Stórt upphita tjald er á økinum.
Eisini er møguligt at fara í heitar pottar.

R7 sendir beinleiðs frá tiltakinum


Skráin 3. mai 2019
18:00 - Tiltakið byrjar
18:00 - Harmonikutoymið spælir
18:15 - Grillin er kynt og barrin er opin
19:30 - Gekkur
20:15 - Hendrik Old heldur røðu
20:30 - Felagsangur við Harmonikutoyminum (Bjartur Skibenes, Sverri Justinussen, Símin Joensen, Sakaris Hansen og Hans Pauli Larsen) - Sí sangirnar her
20:45 - Pottarnir eru heitir

Skráin 4. mai 2019

09:00 - Morgunmatur
11.30 - Siglt verður longur inn eftir fjørðinum, síðani verður kósin sett ímóti Tofta Bátafestivali.

Kostnaður
Vaksin: 100,-
Børn: 50,-
Íroknað er: Matur, 1stk sunkist/øl, kaffi, el, vatn til bátar og campingvognar.
Atgongumerkið er eisini ein lutaseðil, drigið verður um eitt gávukort til Berglon á 1000 kr.

Barrin
Veðr/Classic: 30,-
Gull: 40,-
Vín: 30,-
Cider: 30,-
Sodavatn: 20,-

Søgan um Bátatreffið
Bátafestivalurin á Toftum í 2013 varð fluttur vegna vánaligt veður og settur at vera sama vikuskifti sum ruddingardagurin hjá Runavíkar kommunu.
Hetta kom illa við hjá søldfirðingum, sum í skundi skipaðu fyri bátatreffi í Søldarfirði. Tiltakið eydnaðist óføra væl - 19 bátar vóru við. Nógv bygdafólk leitaðu sær oman á keiini hetta fríggjakvøldið í mai og avgjørt varð at royna aftur í 2014, men tó fara meira skipað til verka.

Bátatreffið í Søldarfirði 2014 varð samskipað við Bátafestivalin á Toftum, sum var 3. mai. Avgjørt var at hava tiltakið í Søldarfirði kvøldið fyri og stóð nýstovnaða felagið Kongshavnar frítíðarsiglarar fyri tiltakinum. Tær kommunalu grillirnar vóru tendraðar kl 19, eitt tjald sett upp á økinum og nógv fólk komu saman og hugnaðu sær við m.a. sangi. Talið av bátum kom í ár upp á 37.Klokkan 11 leygarmorgunin løgdu bátarnir frá landi og sigldu inn í Skálabotn, haðani leiðin gekk út á Toftir.

Ætlanin er at skipa fyri tiltakinum á hvørjum ári og samskipa tað við Bátafestivalin á Toftum.


Hvar finnur tú okkum?

Bátatreffið heldur til Niðri á Sand í Søldarfirði - sí kortið.
Treffið er í ár fríggjakvøldið 3. mai kl. 18.00

Pos: 62°09 N 6°45 W