Til toppin

1 Seinasta vaktin

Alt hann átti á fold var ein koyggja,
og hann kendi seg heima umborð;
hann var gamal og lá til at doyggja,
og hann teskaði eymt hesi orð:

“Leið meg eina ferð enn út á dekkið,
lat meg ganga ta seinastu vakt,
lat meg stýra tað seinasta strekkið,
áðrenn skipið til kai hevur lagt.”

Hetta far var mítt heim gjøgnum lívið,
og tað bar meg í suður og norð
Nú til hvíldar eg ruraður blívi,
mína seinastu frívakt umborð.

Tá mín deksvakt er komin at enda,
og mítt tørn til at stýra er av
Kann eg ongantíð út aftur venda
á tað stóra og brúsandi hav.

2 Dans på Sunnanö

Där går en dans på Sunnanö, där dansar Rönnerdahl, med lilla Eva Liljebäck på pensionatets bal och genom fönstren strömmar in från sommarnatten sval,
||: Doft av syrener och jasmin i pensionatets sal :||

Och lilla Evas arm är rund och fräknig hennes hy, och röd som smultron hennes mun och klänningen är ny.
-Herr Rönnerdahl, det är ju Ni som tar vem Ni vill ha,
||: bland alla kvinnor jorden runt, det har jag hört, haha! :||

-Att ta är inte min musik, nej fröken, men att ge.
Jag slösar men är ändå rik så länge jag kan se.
-Vad ser Ni då, herr Rönnerdahl, kanske min nya kjol?
||: -Ja, den och kanske något mer. Ta hit en bra fiol! :||

Det går en dans på Sunnanö till Rönnerdahls fiol, där dansar vågor, dansar vind och snön som föll i fjol.
Den virvlar där, där går ett brus igenom park och sal.
||: Och sommarmorgonen står ljus och södergöken gal. :||

Och lilla Eva dansar ut med fänrik Rosenberg
och inga fräknar syns på hyn, så röd är hennes färg. Men Rönnerdahl är blek och skön och spelar som en gud,
||: och svävar i en högre rymd där Eva är hans brud. :||

3 Eitt sunnukvøld í plantasjuni

Eitt sunnukvøld í plantasjuni,
har sita tvey lið um lið:
ein genta og ein drongur,
nei, nú orki eg ikki longur.
Eg aftan fyri tey lá
eitt sunnukvøld í plantasjuni.

Tey tosa um stjørnum og mána
sita eina løtu og gána,
men so loypa tey upp við ein hvøkk
– tað var nakað, sum gjørdi tey kløkk.
Hetta aftan fyri tey lá
eitt sunnukvøld í plantasjuni.
O, góða, o, góða, kom og set teg her hjá mær!
O, góða, o, góða, kom nú, meðan slett ongin sær.
Her er so góður friður, so tú kanst seta teg niður,
:/: her er so gott og so hugnaligt,
tí tú ert mær so fitt, so fitt :/:

Eg fjaldur undir greinunum lá
fyri tey meg ei skuldu sjá,
men so kom eg til at bróta eina grein,
so tað runt um plantasjuna hvein
tað var hetta, sum gjørdi tey kløkk
– eitt sunnukvøld í plantasjuni.

4 Eg siti so eina

Eg siti so eina við bálið í kvøld
og hugsi um teg mín elskaða,
nú sólin fer niður, og náttin gerst køld,
og stjørnurnar glitra himli á.

Eg reið mær avstað til Texas bý,
yvir prerians fløtur, fjøll og líð,
eg reið mær henda langa veg,
tí eg skuldi hitta teg,
mín hestur, mín saðil og eg.

Og nú vit aftur sita saman her,
við longsli eg takið teg í favn,
aftaná hesa longu vandamiklu ferð,
eg teski tít elskaða navn.
Eg reið mær avstað…

5 Eins og áarstreymur

Eins og áarstreymur rennur
vallar hugurin hjá mær,
og í barmi mínum brennur
longsil út um bygdargarð.
Eg vil skoða villar víddir,
eg vil njóta sól og vind.
Fagurt hagin nú er skrýddur,
lætt fer lot um fjallatind.

Felagar, tit pjøkan takið,
kom í hagan burt við mær,
vendið bygdini so bakið –
móti okkum sólin lær.
Hoyrið fuglaljóð í haga,
síggi seyðafylgi mong,
dýr og menniskju seg gleða:
Trív tí í ein vallarasong!

Tá ið eftir dagsins hita
kaldligt lot um víddir fer,
snípan letur okkum vita,
at tað hvíldarstund nú er,
og tá fara vit í tjaldið,
og vit sova sælan blund,
inntil náttin missir valdið
á tí snimmu morgunstund.

6 Heimkoman

Hon kom til mín nú eitt kvøldið
eg afturkomin var.
Eg spurdi og hetta hon svarar:
eg sannleikan vil siga fyri tær.

Eg elski teg og bert tín vil vera
men tekur tú meg ei eg veit
at sorgina ei eg kann bera
á í vónloysi tú meg hevur leitt.

Ja, hvat skal eg gera, hon nú mín vil vera, men – tá eg burtur farin var, hon ein annan valdi sær.

Ja, nú veit eg hvat eg vil gera:
eina aðra eg finna mær vil,
sum trúgv í móti mær vil verða,
til deyðin okkum skilja vil.
Ja, hvat skal eg gera, hon nú mín vil vera, men – tá eg burtur farin var, hon ein annan valdi sær

Ja, nú veit eg, hvat eg vil gera:
Eina aðra eg finna mær vil,
sum trúgv í móti mær vil verða,
til deyðin okkum skilja vil.

7 Fagra blóma

Fagra blóma tú sum prýðir
fjallatindar berg og skørð,
bø og ong og grønar líðir,
hvat er fagrari á jørð?
Eina blómu tó eg kenni,
fagrast hon av øllum er,
sjálvt ei rósan líkist henni,
tað er hon eg valdi mær.

Blómur spretta móti vári,
følna, tá ið heystið er,
mín, hon blóma man alt árið,
um so kalt og kavið er. –
Einaferð hon bert kann blóma,
følnar hon, eg følni við.
Fylgja skal eg blómu míni,
til tann síðsta hvíldarfrið.

8 Fiskerpigens sang

Hvor bølgen ruller og hvor stormen suser,
der står en hytte på den øde strand.
Hvor mørke klitter strækker sig langs kysten,
der er mit hjem, der er mit barndomshjem.

Jeg var så ung og glad for alt i livet,
en kæk og munter sømand blev min ven.
Han rejste bort ud på de store have,
men loved’ mig at komme snart igen.

Der korn et brev med bare et par linier,
det var hans ven, som sendte disse ord:
En stormfuld nat forliste vores skude,
og den, du elsker, er ej mer’ på jord.

Jeg læste gang på gang det onde budskab
og tårerne sig frem af øjet tvang.
Men så en dag, da sorgen dybt mig tynged’
gik døren op - en munter stemme sang:

Halløj min ven, her har du mig tilbage.
Det triste brev, det talte ikke sandt.
Mit skib gik ned, men skæbnen var mig nådig.
Jeg reddet blev, og livets lykke vandt.
Mit skib gik ned, men skæbnen var mig nådig.
Jeg reddet blev, og livets lykke vandt.

9 Gomul minnir

Sum eg her siti við veitslunar borð,
tankarnir víða sveima,
minnini berast í suður og norð,
dvølja við smáttuna heima.
Tá sólin á kvøldi sakk logandi reyð
syngjandi fuglur um reiður sítt fleyg.
Niðri á støðni um klettin tað dró.
Nú er alt bara minnir.

Minnast tit friðin um bygdina lá,
øll høvdu tíð at liva,
skemtandi menn undir hjallum tú sá,
tímatabell var ei skrivað.
Tá sólin á kvøldi sakk logandi reyð,
syngjandi fuglur um reiður sítt fleyg.
Niðri á støðni, um klettin tað dró.
Nú er alt bara minnir.

Eg minnist hanan á morgni, hann gól
húskið hann alt fekk at vaka
fiskafløgg veittra í rísandi sól,
rívur á trøðni raka.
Í torvi á Kvígandal kyndu vit bál
vit drukku “roykte” vit burdu sagt skál.
Svumu í ánni, ja pápi svam við.
Rík eru gomul minnir.

Og tá so dangurnar riggaðu til,
garpar á Suðurland sigldu.
Nýbarkað seglini settu teir til,
stýrdu á bárunum villu.
Men heima har sótu tey kona og børn,
lýddu á havið í stormi og ódn,
longdust til heystið, tá sluppin kom heim.
Nú er alt bara minnir.

Í Urðini sóu vit húkandi menn
lótu sín afførning fara.
Harðvunnar kjálkar, og fastbitnar tenn,
kendu til útnyrðing harðan,
teir royttu ein neva av sýrum og gras
turkaðu endan, tað var onki fjas,
tíðin var tíðin, sjálvt lívið var alt.
Nú er alt bara minnir.

Víst vóru løtur við álvara í,
“Gráa” til tarvs mátti fara,
spulað um halan, og eg spurdi hví,
fekk tá um storkin at læra.
Tá sólin á kvøldið sakk logandi reyð
syngjandi fuglur um reiður sítt fleyg,
niðri á støðni, um kletting tað dró.
Nú er alt bara minnir.

10 Hamarsá

Hamarsá! Tú føgur ert og rein
minnist eg hvønn bøkk í tær – hvønn stein.
Har sum piltur mangan dvaldist eg,
Hamarsá! Eg aldri gloymi teg.

Hamarsá! Tú barnaá mín er,
aldri tú úr huga mínum fer,
ungar mínar føddi tú so væl
Hamarsá eg aldri gloyma skal.

Hamarsá! Nei eingin á sum tú,
hevur givið mær so nógv og nú
ið eg eldist minni troka á
bjartast glógvar tú o, Hamarsá.

Myllufossurin í Hamarsá,
ikki stórur men vit vistu tá
ið vit altíð máttu fáa fong,
Gleddu gentu tú og gleddi drong.

Hamarsá! Nú eldur eri eg,
minnist enn tað tíð, tú gleddi meg,
mínar pisur altíð føddi tú,
Hamarsá! Tí takki eg tær nú.

Hamarsá, eg kvøðu beri tær,
tú var áin ið øðrum bar.
Nú eg standi áarbakka á
minnist eg teg, kæra Hamarsá.

11 Í góðum veðri hann dyrgdi

Í góðum veðri hann dyrgdi
heilt uppi við Eystfalssker;
og heima sat mamman og syrgdi,
so boysin tann pilturin er.
Men seinni hann fór út at trola
og legði so langt út á hav,
har stórir sjógvar teir skola
og snýsa so mangt omanav.

Í Skotlandi seldu teir fiskin,
har fekk hann ein góðan vin,
hon stóð har og flenti við diskin
har suðri í Aberdeen.
Tá átti hann peningar nógvar,
og hartil var lyndið lætt,
og henni keypti hann skógvar
og hartil ein reyðan hatt.

Men brátt mundi gentan hann narra,
tað tók honum dygt og tætt.
Á havinum ryturnar karra
og flúgva úr ætt í ætt.
Tá var tað hann skifti hýru
at slíta tey trongu bond
og sigldi við Óla á Mýru
heilt suður í onnur lond.

So var tað ein dagin, teir lógu
við brúnna í Singapore,
eina føroyska skútu teir sóu,
og skiparin kom umborð.
Tá stóð hann og longdist og syrgdi,
so lítil var vorðin verð.
Hann mintist til drongin, sum dyrgdi
har uppi við Eystfalssker.

Har frammi teir gjørdu eitt gildi,
og har fór mangt glasið í sor;
men tá ið teir heim aftur hildu,
var drongurin við umborð.
Teir bógvaðu gjøgnum monsunin,
og ofta var ódnin hørð;
men altíð so áttu teir munin
og komu á Skálafjørð.

So róði hann sær til Havnar,
og mamman fekk silkistakk.
Ja, so gera slíkir stavnar,
sum sigla og liggja bakk.
Hann húsini bræddi og girdi,
so vøkur tann lonin er. –
Í góðum veðrið hann dyrgdi
har uppi við Eystfalssker.

12 Jeg er zigeuner

Solen er borte, min dag er forbi,
skumringen øver sit trylleri.
Syng, lille pige, om elskov og had,
syng om Spanien, så gør du mig glad.

Jeg er zigeuner, og hedt er mit blod,
nede i Spanien min vugge stod.
Der har jeg drømt, under solgyldne træer,
hvor min elskede var mig så nær.

Vi er et folk uden blivende sted,
os er der ingen der regner med.
Dog er vi mennesker ligesom I,
vi er stolte og glade og fri.

Nu vil jeg drømme i stjernernes skær.
Drømme min elskede er mig nær.
Syng lille pige, for nu er vi to.
Du skal synge os begge til ro.

Lykken den kommer, det ved jeg bestemt.
Den har sig blot bag ved skyen gemt.
Snart svinder bort alt det triste og grå,
solen skinner, og himlen bli’r blå.

Har jeg på jorden dog syndet så slemt,
at Du i din himmel mig helt har glemt?
Du har af engle så mange hos Dig,
send dog en, blot en eneste ned til mig.

Når jeg er død må du tænke på mig.
Du, som har fulgt mig på livets vej.
Og når du kommer ved graven forbi
skal du nynne zigeunerens melodi.

13 Kalli katt

Gongur tú ein keitúr millum trý og fimm
konteynarar øl og brennivín og timbur skipast inn so sært tú gamla kalla katt húka á sín stav
skoða farna verk sítt endurføðast hvønn ein dag

Tá gerst hann aftur ungur sum lossaði hann har fyri hvønn ein breyðbita hann knossaði og bar meðan skip tey stevndu út og onnur stevndu inn men tað var aldri fólk sum kalli ið sóu vinningin

Hann minnist mangan kaffimunn og mangan lítlan dramm í regni millum konteynararnar vinirnir og hann meðan skip tey stevndu út og onnur stevndu inn men tað er aldri fólk sum teir ið síggja vinningin

Høgir harrar hábærsliga lyfta av sín hatt
heilsa tær og konuni men aldri kalla katt
tí skip tey stevndu út og onnur stevndu inn
onkrir lyftu aðrar upp um lúnningina

Ein dagin undir lossing ein stórur kassi datt
og so var eingin tímalønin meir hjá kalla katt
tað er fjálgt at pensjónerast av at gerast sekstifimm men beikst at missa farmin tí at árar leggjast inn

Kalli gníggjar eyguni og starir út á hav
um skamma stund so skal hann sjálvur sína ferð av stað summar skútur stevna líka inn í himmalin og kalli trýr at har fær hann at síggja vinningin

14 Kalli Petersen

Det var sent en kvæld på byens gamle kro,
jeg sad helt alene ved et bord for to, og da rejste sig en mand fra det store mørke fjeld: Kalle Petersen vil sjunge om sig selv.

Jeg var i min grønne ungdoms tjugu år.
Hun var trettisju med langt og krøllet hår,
jeg var ung og uerfaren, jeg var trofast i mit sind, hun var falsk, hun var som høstens kolde vind.

Og jeg mindes under vårens blomsterdrys, jeg af Josefine fik det første kys, men jeg mindes jo desværre første vinterkvælden, som Josefine første gangen ikki kom.

Siden den gang er det hændt så mangen gang,
jeg stod udenfor og vented dagen lang, og hvergang jeg stod og jævled, loved hun at være tro, det er sidste gang, jeg lar mig selv forsmå.

Men i dag så synger jeg af hjertens frøjd, jeg har ingen brud, men jeg er velfornøjd, ingen spør mig, når jeg kommer, ingen gråter når jeg går, jeg er ugift, uforlovet, her jeg står.

15 Kom og dansa

Kom og dansa, hjartanskæri skattur mín!
Hoyr, fiólin káta kvøður hásong tín!
Kvøður hátt um elskhug og um søtan gleim;
lat hann bera okkum burt í annan heim!

Kom og dansa, kæra, legg teg í mín arm!
Lívgandi er hvíldin við tín mjúka barm.
Lítla hjarta titrar eymligt móti mær,
sum ein bangin dúgva sárt við veingjum slær.

Fagra høvdið hvílir móti bringu blítt,
fuglaungin kennir reiðrið fjálgt og lýtt.
Skálkasøta brosið leikar vørrum á,
spyr, um ikki skjótt tær munnu kossin fá.

Eygu møtast – burt er horvið alt, sum er;
eina sveima vit í eini dreymaverð.
Søtt sum blóman angar, mjúkt sum aldan slær, streymar heitt tí unga yndi móti mær.

Alt er skýmligt, eina dansa tú og eg;
smáar varrar teska eymt: “Eg elski teg”!
Ørur eg tær kyssi, streingir tagna brátt.
Svunnin er ein fríð og føgur dreymanátt.

16 Meg minnist eina mynd

Meg minnist eina mynd – eg var lítil tá,
Tó fagrari mynd eg aldri sá;
Tað var lítil bygd, fram við vatn hon lá
Og húsini vóru so fitt og smá

Í bønum á blik, løgdu gentur løk,
og roykurin rak yvir grasgrøn tøk.
Hvør klettur sum skarlak litaður var,
Og krúnu av tárni tindurin bar.

Ein drongur við tráðu sat vatni hjá,
ein áarløkur rann skamt har frá.
Ein tjóðraður hestur í beiti stóð.
Í lofti kvað fuglur sítt kvøldarljóð.

Alt átti so friðarligt hvíldarlagkvøldarhvíld
eftir strævnan dag.
Sólin var farin um fjallaskarð
Tó enn stóð glæman og lýsti har.

Ein føgur, ein yndislig summarmynd
við sólseturglæmu um høgan tind –
Og eg kann minnast, eg ynskti mær,
At mær mátti unnast at búgva har.

Tó aldri eg enn slíkt stað havi sætt,
og einki havi eg frá tí frætt;
og myndin er burtur – skrødd ella brend,
og eina mynd av mær, ongum øðrum kend.

17 Nánd

So rótleyst er sinni títt, altíð á ferð
tað tykist, sum gloymir tú virðini her.
Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond,
enn síggja tað vakra, sum er í nánd.

Tær tykir at lívið er keðiligt, grátt,
hvønn er tað tú saknar - hví falla í fátt?
Tá aldri tú unnar tær hvíld ella frið,
fæst einki at grógva við tína lið.

Far innar í stovuna um hon er trong,
og lurta - hon syngur ein stillan song.
Hon rúmar tó nakað, sum tú leggur í,
har vantar bert tað, at tú varnast tí.

Tann eyðnan, tú hómar um blánandi fjøll,
hvør sigur, hon finst ei í heima høll.
Tú átti ei friðleysur leitað so fjart,
men lær teg at elska tað, sum tú sært.

18 Niklas hjá Pena

Eg eiti Niklas hjá Pena,
og er eri fjøruti ár,
mín kona er Marin Malena,
og hon fylti trýss í gjár;
Tó eg elski Marin Malenu,
– helst tá hon ei er her í nánd –
og næstan aldri meg veni
undir hennara jarnhørðu hond.

Fyrstu ferð eg kendi,
at hon ein gívur var,
var brúdleypsdagin: Hon brendi
rúsdrekkakortið hjá mær.
Tá skuldi eg aldri havt talað,
tí klovan hon langaði mær
í skallan, so alt fór at mala –
á, Marin Malena hjá mær.

Eg tori ei síðan at siga
annað enn: Góða hjá mær.
Hvat, ið hon enn man meg biðja,
so fær hon sama svar.
Biður hon meg vaska blæur
ella klóra á rygginum sær,
svari eg fúsur og glaður:
Ja, elskaða Marin hjá mær

Um Marilyn Monroe segði:
”Niklas, eg eri so køld,”
hugtungur svarað eg hevði:
”Eg tori ikki í kvøld.
So høgt eg enn man seta
viðgitna krovið á tær;
eg noyðist tó hægri at meta
Marin Malenu hjá mær”.

Nú kunnu tit kanska halda,
at tað er so synd í mær,
men ein er sum øllum man valda.
Hann hjálpir nokk eisini mær.
– Tí man eg aldri meg vena,
um enn hon so dúgliga goyr,
mín elskaða Marin Malena,
eg veit, at hon einaferð doyr.

19 Vandringsmenn synger

Oss kan du møte på allverdens veier,
vår fot har trådt på alle markers muld,
den bylt vi bær’ på det er alt vi eier,
men vi har stjerneblink og månegull.

Og vi har set de skjønne soloppganger,
hørt bekken sildre gjennom eng og kraft,
hørt fuglesangen over blomstervanger,
og sommerruset i den stille natt.

Vi har en drøm, en verden bak vår panne,
så langt den rekker er den evig vår
og det er nye sjøer, der er gyldne lande
med nye eventyr hvor enn vi går.

Når sol går ned, og det blir skumringstide
vil bekken nynne oss sin melodi,
for vi er vandringsmenn i verden vide
og ingen gledesstund går oss forbi.

Vi tar imot og gir med åpne hender,
så glad og rik er ingen mann på jord
som vi – når natten sine stjerner tenner
og lar den lyse i en vandrers spor.

20 Per fór til Havnar

Per fór til Havnar at keypa sær vøttir,
svintu og annað sum krevst til ein túr.
Fór inn á gólvið hjá sínari dóttir
legði seg niður og fekk sær ein lúr.
Vek meg aftur, tá útvarpið kemur.
Sjálvandi faðirsins vilja hon fremur.
Útvarpið kemur og sigur so tað
“Um átta minuttir fer Másin avstað”.

Skóleysur Per upp av sofuni flýgur,
spyr hvussu ólukkan hetta ber til.
Bannar eitt sindur, men skilir umsíðir,
Strandferðslan sjálvandi ger sum hon vil.
Ferðaætlan skal eitast at vera.
Harragud veit hvussu teir mingilera.
Har er tó einki at gera við tað.
“Um átta minuttir fer Másin avstað”.

Ikki so lættur á beinunum longur
skundar sær kortini alt tað hann kann.
Tungan so langt út úr munninum hongur,
børnini ræðast tann ókunnumann.
Eingin bilur og tungt er at bera,
mong vóru ørindi eftir at gera.
har er tó einki at gera við tað
“Um átta minuttir fer Másin avstað”.

Alt meðan Per gjøgnum býin sæst halta
uttan at unna sær hvíld ella steðg.
Sandingur situr í stóli hjá Hjalta,
letur har falla sítt vælvaksna skegg.
Hjalti rakar, men óreinsettur,
noyðist at geva, tá helvtin er eftir.
Har er tó einki at gera við tað,
um átta minuttir fer Másin avstað.

Tvey eru komin til Havnar at vígast,
borðreitt tey hava á Sandi til fest,
tí kann so illa við vígsluni bíðast,
presturin skrumblar tey saman sum best.
Av tí tey óttast, at Másin skal fara,
eydnast bert øðrum sítt jaorð at svara.
Har er tó einki at gera við tað
“Um átta minuttir fer Másin avstað”.

Demmus hann skvamblar í bastovuni síni
vaskar sær ryggin, sum helst treingir til,
hoyrir so útvarpið, óreint í trýnið
finnur nóg illa á klæðunum skil,
svartur skógvur og brúnur tann eini,
skøðir seg kvikkliga, skeivt uppá beinið.
Har er tó einki at gera við tað
“Um átta minuttir fer Másin avstað”.

Sjáldsom er gongan, um skerstokkin dettur,
tungt er at renna mót tíðini kapp.
Illur er onkur, ið kanska lá eftir,
glaður er hann, ið við skipinum slapp.
Onkur lovar at fara til fútan,
annar at geva Jóhann upp á snútan.
Har er tó einki at gera við tað,
“Um átta minuttir fer Másin avstað”.

21 Rósan

Sáðið í jørðina grivið
við miklum huga og tol.
Tá ið tað burtur er blivið,
tá eftir er bert eitt hol.

Upp ein rósa man næla,
so vøkur og prúð hon er.
Nógv verður um hana talað,
tí reyðlitt bløð hon ber.

Rósan hon mangan man gleða,
í álvara sum í gleim.
Og eftir lívið flaga
grøvina við teim.

Men einaferð tað hendi,
at rósan burtur var.
Tikin av regni og vindi
og deyða sín funnið har.

22 Sára

Sára eitur genta mín, hon er av Selatrað.
Hon tænir nú í Tjørnuvík og er í góðum lag.
Hjá Peri uppi Suðuri, hon passar høsn og neyt
og so dugir hon so sera væl at kóka Peri greyt,

:,: O, Sára! O, Sára!
O, Sára mín; hon er av Selatrað. :,:

Sára seymar blóðmørsindur – eltir garnatálg.
Hon er von og tekkilig, og so er hon so fjálg.
Hon bindur troyggjur, vøttir mær og lappar hvørja spjørr, og fyri tað eg gevi henni lítlan koss á vørr.

:,: O, Sára! O, Sára!
O, Sára mín; hon er av Selatrað. :,:

Vit hittust í plantasjuni, tað var eitt leygarkvøld.
O, Sára! Sára! Sára, mín, o, sum tú tá var køld.
Mánin skein á sund og fjør og gylti frystu ong,
og tá ið eg so kroysti teg, tá brakaði hvør spong.

:,: O, Sára! O, Sára!
O, Sára mín; hon er av Selatrað. .:,:

Tá aftur eg til heystar komi, Sára, Sára mín,
tá skalt tú vera brúðarklødd, so vøkur og so fín.
Hjá Peri uppi Suðuri, vit gifta okkum inn,
tann fyrsti lítli “sprellibassin”, hann skal eita Finn!

:,: O, Sára! O, Sára!
O, Sára mín; hon er av Selatrað. :,:

23 Sildavalsurin

Skútur brátt stevna av firði út tað norðhavssild at fanga
Skiparin rópar um stýrhús-rút: ”Hey, latið springið ganga!”
Koyrir so á motorin, snotilig skútan er vorðin.
Setir so kós í ein landnyrðing, loggið bert snurrar ein
sólarring.
Skiparin sjógvin gradar, brúkar sekstant og radar.
”Gerið nú greitt bæði trossar og gørn, tí nú seta vit!”

Setan var góð, væl teir fingu í á fimtan favna dýpi.
Gørnini fimti teir settu út, við tunnum verður knýpið.
Avhøvda flestu og gelda, aðrir teir salta og skelda.
Kokkurin gamli tó glaður er: ”Komið nú allir og
skaffi her,
Borðiskin havi eg djúpan, kom og fá tykkum
sildasúpan,
Hon stimbrar og hitar hvønn einasta kropp, sum nú
kropin er!”

Sigla so inn aftur leygarkvøld, teir glaðir munnu
sjunga.
Harmonikan áður so deyð sum sild, man út í dansin
runga.
Ruskij og Polskij har snurra, norðmenn og sviar sum
murra.
Har er bert ruðul og eingin kós, stúgvandi fult eins
og sild í dós!
Har eru sildaknassar umframt teir sildabassar
Sum gørn teirra seta og fanga sær sprund nú eitt
leygarkvøld.

24 Tað er leygarkvøld

Tað er leygarkvøld í kvøld
harmonikan spælir til dans
komið øll, sum eru køld,
komið og fáið tykkum kjans.

Tak um miðjuna á henni
sum tú valdi tær
Kom og syngi og flenni
kom og dansa við mær.

Hoyr so kátir tónar út
gjøgnum vindeygað sær smoyggja nú.
Hvussu kanst tú kenna sút?
Kom og trín í dansin, tú.

Og tá myrkrið fjalir fold
tak tá gentuna í hondina.
Tá so døggin legst á mold
leiðast tit til strondina.

Legg á varrar hennar koss
strúk so blítt og eymt um purlurnar
burt er alt, sum fyrr var knoss
og burt allar kurlurnar.

Eydnulandið tykkar er
har í fjálgu skýming sera blítt
tað sum síðan hendi har
er í tínum huga frítt.

25 The Wild Rover

I’ve been a wild rover for many a year
And I spent all my money on whiskey and beer,
And now I’m returning with gold in great store
And I never will play the wild rover no more.

And it’s no, nay, never,
No nay never no more,
Will I play the wild rover
No never no more.


I went to an ale-house I used to frequent
And I told the landlady my money was spent.
I asked her for credit, she answered me ”nay
Such a custom as yours I could have any day.”
I took from my pocket ten sovereigns bright
And the landlady’s eyes opened wide with delight.
She said ”I have whiskey and wines of the best
And the words that I spoke sure were only in jest.”

I’ll go home to my parents, confess what I’ve done
And I’ll ask them to pardon their prodigal son.
And if they caress (forgive) me as ofttimes before
Sure I never will play the wild rover no more.

26 Sektus og sekterius

Var á Føroya landi einaferð so statt,
alt sum prestur segði, tað var vist og satt.
Kingo, Brockman báðar allir litu á.
Ja, so einfalt var tað tá.

Sektus og sekterius, sektus og sekterius
prædikantar nógvir og mormonmenlar
allir rópa vinur kom.

Jú teir gomlu hjálptu seg við prest og degn
bønhús ella kirkja vóru stavnatekn;
nú hvør maður sjálvur prestur vera vil,
prestur dugur einki til.

Sigst at onkur farin er at hugsa um,
hvussu vorðið var við okkar forfedrum.
Sukku teir í heljardýpi ella ja ?
vunnu teir upp himnastað.

Vóni eg at einaferð vit biskup fá,
hann man megna fyri okkum greiða má:
Er tað so barasta hvør sektarist,
í himni eigur innivist.

27 Vem kan segla förutan vind?

Vem kan segla förutan vind?
Vem kan ro utan åror?
Vem kan skiljas från vännen sin
utan att fälla tårar?

Jag kan segla förutan vind,
Jag kan ro utan åror.
Men ej skiljas från vännen min
Utan att fälla tårar.

28 Det var en lørdag aften

Det var en lørdag aften,
jeg sad og vented dig,
det var en lørdag aften,
jeg sad og vented dig,
du loved mig at komme vist,
men du kom ej til mig!
du loved mig at komme vist,
men du kom ej til mig!

Jeg lagde mig på sengen
og græd så bitterlig,
jeg lagde mig på sengen
og græd så bitterlig,
og hver en gang, at døren gik,
jeg troede, det var dig,
og hver en gang, at døren gik,
jeg troede, det var dig!

Jeg stod op søndag morgen
og flettede mit hår,
jeg stod op søndag morgen
og flettede mit hår,
så gik jeg mig til kirken hen
og om den kirkegård,
så gik jeg mig til kirken hen
og om den kirkegård.

Men du kom ej til kirke
og ej i kirken ind,
men du kom ej til kirke
og ej i kirken ind,
for du har fået en anden kær
og slaget mig af sind,
for du har fået en anden kær
og slaget mig af sind.

Jeg gik mig hjem så ene
henad den kirkesti,
jeg gik mig hjem så ene
henad den kirkesti,
og hvert et spor, på stien var,
der faldt min tåre i,
og hvert et spor, på stien var,
der faldt min tåre i.

De røde bånd og skønne,
som du engang mig gav,
de røde bånd og skønne,
som du engang mig gav,
dem bærer jeg ret aldrig mer,
jeg stunder mod min grav,
dem bærer jeg ret aldrig mer,
jeg stunder mod min grav.

Hvor kan man plukke roser,
hvor ingen roser gror,
hvor kan man plukke roser,
hvor ingen roser gror?
Hvor kan man finde kærlighed,
hvor kærlighed ej bor,
hvor kan man finde kærlighed,
hvor kærlighed ej bor?

Jeg ville roser plukke,
jeg plukker ingen fler,
jeg ville roser plukke,
jeg plukker ingen fler.
Jeg elsked dig så inderlig,
jeg elsker ingen mer,
jeg elsked dig så inderlig,
jeg elsker ingen mer.

29 Hann boede opp ved fjeldes fod

Han boedeoppe ved fjeldes fod,
den rare gamle Karl,
og rundt om hans hytte træerne gror,
de eneste venner han har.

Han havde nu boet her i mange år,
hans gang var blevet såtung,
ja, matt var hans øje, gråt hans hår,
men han havde engang væ
ret ung.

Når stormen raset mod hyttens væg,
han slængte sig hen i en krog,
han var ikke ræd for stormens brus,
men minderne kom for han frem.

Han var i sin ungdom en livsglad gut,
der trodsede modgang og alt,
men lykken og glæden tog snart slut,
og da blev han gale Troels kaldt.

Det var jo sådan en stormfuld nat,
han mistet sin unge brud,
han fandt hende oppe ved fjeldes fod
alt i den stormfulde nat.

Han rev hende ud af sneens favn,
han strøg hendes lokkede hår:
”Se op til mig Ingrid og hvisk mit navn,
som du gjorde så mangen en gang.”

Men Ingrid kunde ej mere se,
ej hellere hviske hans navn,
hun så ej sin elskede lå på knæ
i sneen og græd som et barn.

Og siden den dag han sit hjem forlod
forældre søskend og alt,
han bygged sin hytte ved fjeldes for,
og da blev gale Troels kaldt.

30 Lilja mín ljósa

Kom við mær kæra, lat okkum fara –
Fjøllini lokka og sólfevnd er fold.
Alskleikur langur, Vín, sól og sangur
Fevna teg, kyssa títt dúnmjúka hold.

Minnini yngja, fuglarnir syngja .
blómurnar anga í hásummarsól,
Bjartastu rósu eldfima drósið
Eg fann, tá vit reiddu á lyngheiðum ból.

Himnasæl kvóðu fuglarnir fróðu
lívsins og kærleikans æviga ljóð.
Glitrandi anga, Dupult so mangar
Blómur – hvør tindur í gullglæmu vóð.

Goym fragdarlagið lít á mitt kvæði,
gloriukransar av sangum um teg.
Hvørt spor vit treða Minnini læa,
Blómur og fjøll elska teg eins og eg.

Einaferð kæra, stormarnir fara,
oyðandi megi, elskhug og gleim:
Vit skulu syngja Sangir um yngja
Um kærleikans sólgylta lívsglaða heim.

Ver hjá mær drósi lilja mín ljósa,
menn meg, tá heyststormar fara um skørð
norðlýsið aldar – stjørnurnar kaldar
og mánagull skyggir á følnaðan svør.

Deytt ástartosið, fryst blómubrosið,
tó skal eg minnast tín lívsdjarva sang!
Sól mín og uggi Aldri ein skuggi
Elskaða, kom set teg her í mitt fang.

31 Vit hoyrdu várið kalla

Vit hoyrdu várið kalla
og viltust bæði burtur
úr bygd og mannaeygum
eitt lognarkvøld í mai
og gingu tætt tilsamans
ígjøgnum grønar dalir
og eftir brúnum høvdum
so langt, so langt av leið.

So rúsandi ein rørsla
í øllum heimsins lutum,
í luft og mold og vatni
og mannasálum rann,
tað var sum túsund nálir
við mjúkum silkibløðum
í okkar’ blóði spruttu
við villum vakstrarlag.

Á vegnum lomb og blómur
og brostin egg í reiðri,
tað leikaði og livdi
á vølli og í mold.
Við ungum, spentum sonsum
vit numu vársins undur,
hvørt bragd av lívi boðan
um lukku og um ást.

Tú ikki meir enn átjan
von sum eitt fagurt landslag,
so mjúkar likamslægdir
og bróst so túgvurund,
títt hár sum gras í bjørgum,
ið floymir út av torvu,
og hold á hálsi tínum
av mold og vætu reyk.

Og varrar mínar trýstar
ímóti hálsi tínum
tær kendu blóðið spæla
títt heita hjartaslag,
tá gjørdust hendur mínar
sum leysar frá mær sjálvum
og leitaðu í blindum
at søtum loyndum fram.

So runnu sálir saman,
í bráðum leiki brustu
og róku út í rúmið
inniliga í eind
sum sirm og summarlýkka
og tungur blómuangi –
ein flóð úr teirri keldu,
sum lívið streymar úr.

32 1001 nátt

Eg vil halda fast um teg, eg vil kína tær eymt,
eg man ongantíð skilja, tað sum mær er hent.
Eg má framvegis undrast á kærleikans mátt,
eftir 1001 nátt.

Eg vil taka hvønn dag, sum hann kemur og fer.
Tí tú letur meg vita, hvat hvør dagur ber.
Og eg elski og hevji teg líka so hátt.
Eftir 1001 nátt.

Hvat um tað, um tíð fór til spillis.
Hvat um tað, um tað tók sína tíð.
Tá vit fingu at síggja at einki er lánt.
Eftir 1001 nátt.

Og eg elski og hevji teg líka so hátt……

Hvat um tað……

33 Reyparin

Tá eg sum ungur fór til skipas, tað var umborð á slupp,
men hetta dámdi ikki mær, so skjótt eg segði upp.
Í farmasigling fór eg so út í tann stóra heim,
og upplivdi har mangt og hvat til álvara og gleim.

Vit reikaðu so víða um á knøttinum íkring,
og tann, sum er úti um seg, upplivir ymisk ting.
Í New Orleans vit høvdu eina rimmar apufest
á tredivu á norðurbreidd og níti stigum vest.

Sigarirnar av Cuba eru kendar víða hvar,
ja, hvar tú ert í heiminum, so manst tú finna tær.
Men í Havanna genturnar var tað, mær dámdi best
á trýogtjúgu norður breidd, og átti-trimum vest.

So vóru vit í Murmansk uppi til at lossa kol,
eg svørji, at eg havi ikki vitjað verri hol.
Eg gleddi meg so hjartaliga til at gera leyst
og rýma burt frá sekstiníggju – trítifýra eyst.

Nei, annað var Valetta undir Miðalhavsins sól,
so flógvar vóru genturnar og dugdu reiða ból.
Vit kappaðust um, hvør ið kundi slættar leggja flest
á trítisek á norður breidd og umleið fjúrtan eyst.

34 Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt

Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt
og gamalt vinalag,
hvør skuldi gamlar gøtur gloymt
og mangan góðan dag.

Fyri mangan góðan dag, ið var,
drekk nú eitt glas við mær,
vit tøma eina vinaskál
og minnast tíð, ið var.


Vit runnu upp í brekkurnar,
har blomstur vaks og ber,
men síðan varð mangt sporið tungt
í tíð, sum farin er.

Vit spældu allan dag við skip
og floyttu eftir á,
men leingi vítt og vágvilt hav
ímillum okkum lá.

Her rætti eg tær bróðurhond,
og rætt tú tína mær,
vit bera glas at munni so
og minnast tíð, ið var.

35 Amanda fra Haugesund

Når sist jeg var hjemme i byen, på dans
I turnhallens lille sal
stod lykken meg bi, og jeg fikk en kjangs,
på henne, mitt livs ideal.
Hun var som en brigg, stolt og frodig
Jeg var ganske skjelven og snodig,
Men jeg kom da frem og fikk følge hjem,
Å, i porten, der fikk jeg en klem.

Nei, ingen gav meg en sådan stund
som Amanda i fra Haugesund
og ingen har slik en deilig munn,
den er som en rosenlund
Jeg har hatt i mine arme
forskjellige frodige barme
Men, ingen så god og rund
som Amanda, i fra Haugesund.

Og nå ble det vår i mitt barkede bryst,
mitt liv fikk ny kulør!
Vel – jenter, det hadde jeg saktens kyss’t
på landlov i nord og i sør.
Jeg var ikke visere karen, –
jeg trodde jeg var fullbefaren!
Men Amanda, hei – hadde en egen drei
og noen gloheite kysser som svei!

Nei, ingen gav meg en sådan stund …

Og nå har hun ordnet med fut og med prest
Ble lei av sitt sølibat,
Når jeg kommer hjem, ja da blir det fest,
På Eriksens pensjonat.
Men sjøen den må jeg begrave,
Og begynne, på land krabbelivet
Jeg har fått lugar oppi Jupaskar
og en kvist, etter en som var rar.

Og der skal jeg ha meg en salig stund
med Amanda i fra Haugesund.
Og siden tar jeg en deilig blund
hos Amanda i fra Haugesund.
Jeg har hatt i mine arme
forskjellige deilig, varme,
men ingen var dog så god og rund
som Amanda i fra Haugesund!

36 Miðalhampamaðurin

Eg eri bert ein miðalhampamaður
mítt hár er hvørki skitið ella sítt
hvønn sunnudag tá gangi eg við slipsi
eg kenni munin millum mítt og títt.

Eg eri hvørki kommunistur ella provo
eg brúki ei Dimmu sum skoynisopp
eg blaki ei við borðiski á tingi
og tá tey roykja hasj eg sigi stopp.

Hvønn mikudag eg hoyri kvøðuljómar
eg eigi fýra fitt og nosslig børn
í Gundadali haldi eg við HB
og Føroya størsta skald er Óðin Ódn.

Í stovuni eg eigi eina sofu,
av teaktræ eru bæði stól og borð,
millum menn, sum hava besta skilið,
eg telji bæði Leif og Kjartan Mohr.

Baptistarinir teir eru alt ov grammir
nei, bispurin hann hevur meira stíl
eg berjist heldur ei á hvítusunnu
eg eiga allar Varðarnar hjá Mil.

At framamenn teir eru psykopatar
so greift tað er, tað síggja kann hvør ein kleyv
studentarnir sum nassa upp á statin
teir skuldu fingið homluband um reyv.

Á Ólavsøku eina lítla kenning
annars drekki eg bert mjólk og te
so kenni eg ein mann sum eitur Henning
og hann er hampuligur eins og eg.

37 Ritukvæðið

Syrgilig er henda søga,
gloymið hana aldri meir,
um tvey skip um fjørðin grøva,
sjúk av ást, sum tú og fleir’.

Ritan tekkilig og deilig
dandandi á báru reið,
rund og lendabreið og hyldlig,
vitjar Skopun – Havnarkei.

Ternan gloymdi sína rutu,
hvørja ferð, ið Ritan sást.
Syngjandi um bógvin brutu
aldur, sungu bert um ást.

Uttan fyri Havnarmola
hittust tey so mangan dag.
Har var gaman í at trola,
eingin hevði nakað sæð.

Men ein dag, tey aftur vendu,
Ternan misti vald á sær:
Nevið inn í Ritu rendi,
deyðiligur kossur var.

Mikil gangur, róp og skolan,
tá ið Ritan sundur støkk,
deyðasærd vann inn til molan,
har hon sum ein steinur søkk.

Ritan nú í Álakeri
fúnar, neyðars hjartað brast.
:/: Hetta tær tann læra veri:
Kyss tú ongantíð ov fast :/:

38 Genta góð

Eg havi prøvað bæði ilt og gott
á sjógvi og á landi nátt sum dag,
men tó var eitt, sum neit mítt hjarta fast,
tað var tá fyrsta ástarbandið brast.

Eg sigldi út á Atlants breiða hav
eg kom í havn og skrivaði tær bræv,
tí góða, hetta seinast vardi meg,
at tú har heima longu fríggjaði.

Tú hevði funnið meðan eg var vekk,
ein annan drong, ið altíð heima gekk,
tú hevði brotið lyftið, tú mær gav,
tað kvøld eg aftur sigldi út á hav.

Oh genta góð, oh genta góð,
so mangan eina ið eg stóð
oh genta góð, oh genta góð,
tá longsul mín um havið dróg

Hvør sjómaður man sanna hesi orð,
tí oftani hann hoyra man umborð,
um gentuna, sum sjómannin sín sveik,
tí ástarbond tey vóru alt ov veik.

Men hoyr tú genta, sum ein sjómann fær,
tí at tú alt ov sjálvdani hann sær,
ja, minst tá til um tíðin fellur long,
so eigur tú havinum ein drong.

Oh genta góð, oh genta góð,
so mangan eina ið eg stóð
oh genta góð, oh genta góð,
tá longsul mín um havið dróg

39 Nú skal eg aftur fara

Nú skal eg aftur fara
út á tann langa veg.
Sig mær farvæl, mín kæra,
sig, at tú elskar meg.

Tað er ei við mín vilja,
havið er náðileyst,
aftur tað skal meg skilja
frá tær til næsta heyst.

Sáran mítt hjarta grætur,
sjálvt um mín muður lær,
tráandi, dagar og nætur
leingist eg eftir tær.

Tímin er nær, mín kæra,
skipið er klárt, eg má
siga farvæl og fara,
tak meg í favn tín tá.

Tak meg í favn tín, søta,
sig at tú elskar meg,
enn er ein lítil løta,
áðrenn eg fari mín veg.

40 Sjóapan

Sjólívið eitt blanda fornoyilsi er
Tó oftast tað skuffilsir apuni ber
tí veiða við snellu, við línu og trol
á saltfiskaveiðu krevur ræðuligt tol.

Meðan landkrabbar klæðast í fínasta stás
við snelluna apan verður sett í sín bás
í sjaski og góðveðri skilur ei frá
um havaldan brýtur á grunni og vág.

Har heima gongur summarið við sporti og spæl
tá landkrabbar á stevnu seg vísa sum kæl
meðan apurnar kappast bæði tíðliga og seint
til toskin at draga og at gera reint.

Um heima tú hittir ein arbeiðsmann
so skitnast um bakendan oftast er hann
og altíð seg turran at kroppinum ber
um regnið enn oysir og vatnskaða ger.
Hvønn leygardag, sjálvt sagt, teir halda week-end
fyri apuni bert 6-tíma frívakt er kend

hon søkti um at fáa sunnudag frí
sjálvt tingið vildi rilla so ei gjørdist við.
Men tøkk fái tí sum alt bar so í band
sum landkrabban setti á turrasta land
og enn størri undur ei gloymast skal vekk
at apan er skapt, – og ei við vatnskrekk.

41 Sum ungur eg fór

Sum ungur eg fór, ei skútan var stór,
til Íslands við snøri avstað,
ei veðrið var gott á hvørjari nátt,
tá stormurin ýlandi fór.
Vit sigldu á degi við stórari megi
og komu væl inn undir land,
so glaðir í huga, vit snørini toga
og kapplystir vera alt man.

Eitt kvøldið eg stóð á dekki og dróg,
tá tanki mín vendi sær heim,
ja, mánin hann sá, og havið stilt lá
so fagurt tað alt var at sjá.
Vit sigldu á degi við stórari megi
og komu væl inn undir land,
so glaðir í huga, vit snørini toga
og kapplystir vera alt man.

Í koyggjuni hekk eitt bílæt eg fekk,
eitt kvøld áðrenn eg fór avstaå,
tann gentan hon var í huga mær kær,
at vakrast hon var tyktist mær.
At hon fór at skriva, ei var mær í iva,
so spentur til eg kom í land,
so glaður í sinni, tá vit lógu inni,
ja, inni í Reykjavíks havn.

Tað veit ein og hvør, tað besta á jørð,
ein heilsan frá gentuni er,
tað uggar so gott á hvørjari nátt,
tá stormurin ýlandi fer.
At hon fór at skriva, ei var mær í iva,
so spentur til eg kom í land,
so glaður í sinni, tá vit lógu inni,
ja, inni í Reykjavíks havn.

42 Sjómanslagnan

Ein sjómanslagna tykjast kann so hørð,
tá stormur harður leikar yvir fjørð,
og glaðurok, tað myrkir fyri stavn,
tá sjómaður má bjarga sær í havn.

Eins og so mangur mangan eg har stóð,
við snørið mítt á dekkinum og dró,
í summarlýkku ein og vetrarkvøld,
tá norðanættin rak um rigning køld.

Sum sjómann flest eg mangan lyftið gav,
at hetta varð mín síðsta ferð um hav,
ei skuldi kós mín yvir havið stá,
tí ei eg sigldi Føroyum aftur frá.

Men so, tá várið fyri durum stóð,
og longsulin í barm mín fann sær slóð,
tann longsulin, sum lítil piltur fekk,
tá leikandi í fjøruni eg gekk.

Á dekki standi eg í hesi stund,
nú mánin lýsir yvir fjørð og sund,
nú hugur mín hann yvir havið ber,
til landið, sum úr huganum ei fer.

43 Ein sjógarpur

Ein sjógarpur so fermur, í sinni sól og vár,
so trúgvur, hjartagóður, bláoygdur, gullit hár
á vágni ofta sang hann, á odda altíð var,
hann aldri ringin gloymdi, sum hann á vinstru bar.

Til sína hjartanskæru hann álit bar og trúgv,
í heyst so sæl tey skuldu í elskhug seta búgv,
men so kom bræv frá henni, hon segði stutt og kalt,
tú fá tær eina aðra, eg havi annan valt.

Hann burt frá vinum leitar, ei meira orkaði,
Maria, oh, Maria, tað seinast vardi meg,
at tú var følsk sum skúmið og sveik hvørt kærleiksorð,
tú stjól lívseydnu mína, sló hvørja vón í sor.

Mót Noregs strond teir sigldu, og hinir frøddu seg,
til Egersund á kvøldi, teir heim seg væntaðu,
men hann, sum vinin syrgdi og ongan ugga fann,
ei meira hann kundi bera, tungt hjartablóðið rann.

Og mureldurin logar og himnaljós so bjørt,
men fyri honum lívið var eins og grøvin svørt,
hann fyri borð seg rendi, tá sást eitt stjørnuskot,
av Noregs bjørtu blómu søtt angar eystanlot.

Við sorg í havn teir sigldu, hon frætti Hákuns deyð,
tá frysti gleðisbrosið, sum fonn bleiv kinnin reyð,
tá angraði hon sáran, bar sorg í hvørji stund,
men sorg ei missin bøtti, hann svav sín síðsta blund.

Á báti eina var hon so manga summarnátt,
av longsli eftir Hákun, av sorg og sálarsótt,
hon ofta navn hans nevdni, men deyðans tøgn var svar,
og ongantíð í hjarta, hon aftur gleði bar.

Tit ungu moyggjar, minnist til henda sorgarleik,
tí elskhugssvik tað týnir so mangan lukkuleik,
so mangur ungur sveinur av elskhug bana fekk,
tá gentan sá ein annan, var vit og minni vekk.

44 Bláa húsið

Hetta er ein søga um eitt hús sum var blátt,
og meg, sum var fullur hvørja leygarnátt,
– hvønn sunnumorgun eg gekk har forbí,
í sama lag og um somu tíð.

Ein genta hon smíltist tá eg kom forbí,
eg smíltist aftur, eg veit ikki hví.
Fólk fór í kirkju, og hanin hann gól,
meðan hjá mær tað í heysinum mól.

Tað er óneyðugt at siga tær frá,
hví ið eg ikki kom heim fyrr enn tá,
tí ólík man ei vera hvør leygarnátt,
hjá teimum sum halda seg til tað sum er vátt.

Lagið var tað sama eftir hvørt ball,
øldunstur, spíggja og eitt mislukkað knall,
øll vikulønin úr lummanum fór,
hvar kann eg lána fyri eina Føroya Bjór?

So ein morgun eg gekk har forbí,
sá so at gentan stóð hurðini í,
nú fyrst eg sá hvussu ið hon sá út,
reyðflekkut andlit, og ein stóran búk.

Eg spurdi so pent hvør ið skemtarin var,
gævi Guð at eg aldri fekk hetta svar,
at minnast hvørt leygarkvøld, tað var ikki lætt,
men nú var so økt um okkar’ mannaætt.

Eg hugsaði ei tá um bindandi skjøl,
bað hana læna mær fyri eina øl,
for so til hús – hanin gól kykkelik,
eftir fyrsta javnaran kendi eg til.

45 Eg minnist úr gomlum søgum

Eg minnist úr gomlum søgum,
sum móðir mín segði frá
um Føroyar í gomlum døgum,
hvussu føroyingar vóru tá:
roysni og brøgd at gera
teimum á hjarta lá,
høgt mundu teir høvdu bera,
tí fríbøndur vóru teir tá.

Trúfastur altíð var maður,
vildi ei bróta sítt orð,
í vertskapi fróður og glaður
við egið sum við annans borð.
Ei vin í neyð teir gloymdu.
æran var teirra mið,
og hana so væl teir goymdu
alt eftir norðmanna sið.

Tá stongd var ei bóndans stova,
um ókunnugt fólk kom á leið,
men rómastampur úr kova
og válgarin spardust ei.
Tann, ið av lítlum varð argur,
varð hildin fyri spottt,
tann, sum var ræddur og kargur,
fekk mangan ótelgdan tátt.

Ein maður við røttum sinni
kann látast av rók og rong
men leingi skal liva hans minni
í søgu so væl sum í song’.
Latið ei søguna doyggja,
goymið hana so væl,
í dreingja sinni og moyggja
hon mikið útrætta skal.

46 Skjønne Helen

Hun var oppdratt i den tro
at hun skulle i hjemmet bo.
Til det kom en holden mand,
samme rike stand

Da hun kjærligheten fik
var hun ikke på guldet rik.
Men en fattig husmandssøn
det blev hennes drøm

Skjønne Helen, fager og ren,
oppdratt i rikdom og herlighet
Hun fant sin drøm, husmandens søn
sin store kjærlighet

Da hun spurgte faren sin,
kan jeg sammen med vennen min
Gå til alters samme vei
svarte faren nei.

Da besluttet pigen brat
at de skulle ta færden fat
Langt derut i fjerne land
bort fra bånd og tvang.

Skjønne Helen, fager og ren,
oppdratt i rikdom og herlighet
Hun fant sin drøm, husmandens søn
sin store kjærlighet

De for alltid ville bli,
trofast sammen til evig tid
Trosse farens lov og ret
for sin kjærlighet.

Skjønne Helen, fager og ren,
oppdratt i rikdom og herlighet
Hun fant sin drøm, husmandens søn
sin store kjærlighet.

47 Tað var ein fagran summardag

Tað var ein fagran summardag,
ein ternubøga var so glað,
hon átti lítlar pisur tvær,
og fegin teimum føði bar.

Hon leitaði á sjógvin burt,
og stoytti sær, og fekk ein murt,
og vendi heim, men vardi ei,
at maður lúrdi har um leið.

So sum hon fleyg, ein byrsa brast,
tað sveið í kjósini so fast,
úr brotnum beini blóðið rann,
í andaleypi heim hon vann.

So sára lítil pisa læt:
“O mamma, mamma, gev mær mat,
vit eru kaldar, svangar við,
hví vermir okkum ei tín lið?”

“Hví ert tú køld; hví ert tú vát?
O, móðir, hoyr vár tunga grát,
hví ert tú stív, hví ert tú reyð?
O, hoyr, vit rópa hart av neyð.”

Tær dugdu ei at skyna á!
At deyð hon var. Tær neyðar smá!
Íhungri doyðu báðar tvær.
O, betur eingin byrsa var.

48 Rasmus

Kenna tit Rasmus, Rasmus í Gørðum,
hann eigur sær bæði hestar og neyt.
So hevur hann hjallin niðri í fjørum,
saltfisk og sperðil, um á hjá honum treyt.
Men Rasmus, ja Rasmus, hann følir seg so eina, hann hugsar um Rasminu, sum situr heilt aleina.
Tí Rasmus, ja Rasmus, hann er gamal drongur,
slaturin gongur, hann tímir ikki longur.

“Nú má eg mær finna eina fitta gentu,
hevði eg torað at ligið framvið.
Eg fylgdi Rasminu, sjálvt um teir mangan flentu, men kanska hon ikki er heilt ómøgulig.”
Tí Rasmus, ja Rasmus, hann er gamal drongur,
slaturin gongur, hann tímir ikki longur.
Hann droymir um Rasminu bæði dagar og nætur, vinirnir arga hann, so hann er ofta nokk so flatur.

Og Rasmus, ja Rasmus, hann fór sær ein dagin
yvir at nesi og norður um á.
At fríggja hann ætlaði, reyður og smæðin,
spurdi Rasminu, á knøunum hann lá:
“Rasmina, Rasmina, mín fitta rosina, vilt tú um meg fjálga, mín lívsins kamina?”
“Ja, elskaði Rasmus, nú kundi eg skríggjað,
í tríati ár havi eg nú væntað teg at fríggja”.

49 Tú Skálafjørður, breiði favnur tín

Tú Skálafjørður, breiði favnur tín,
og har á armi yndisbygdin mín, sum
fagrast er í summarsól og dýrd, við
tignarheiti Kongshavn ert tú skírd.

Tá sólin árla skoðar yvir grund við
Strandalandið fyrst hon hevur fund,
og bygdin trívist – søguevni nógv, tó
mest um innan eingjagarð við Sjógv.

Á vetri skikkjan stundum hvít og fín
og Stórafjall í skærum kongalín, tá
norðljós spælir hædd og herðum á, ta
dreymamynd man goyma hvør, ið sá.

Um kvøldið elljós leiftra kring tín
barm, tey stava bjørt og skapa vakran
karm um fjørðin her har bátar til og
frá teir koma – fara eftir tørv og trá.

Ja, tignarheitið lagt er í tín favn, og
fyrr her sluppir lógu stavn um stavn;
sí, tíðin nú sær setir onnur mál, her
byggjast størri skip nú, helst úr stál’.

Á Skála bygt er mangt eitt
dygdarfar, um heimsins høv tey ferðast
víða hvar. Her miðvíst arbeið’ hvønn
ein yrkadag á fríðum fløtum – vakurt
bygdalag.

Eitt høvuðspláss er Runavíkar havn,
har mangt umskipast fólkinum til
gavn, tí havsins gáva reiða kann mangt
borð, á sjógv og landi skapast betri
kor.

Og Toftavatn er vakurt nær íhjá,
har Løkur stríður rennur omanfrá, um
nykin gitna gongur gomul søgn av
fedrum søgd, so hana kenna øll.

Við Skálafjørðin – yndisstaður mín
– mong byggja heim kring prúða
favnin tín, har nýggjar ættir skoða
dagsins ljós, o, Harri, signa fet og
livsins kós.

Orð: Nancy VesturbúLag: Nancy Vesturbú og Jógvan Telling Joensen