Sigling og útgerð

Tá ið lagt verður frá landi, skal hendan útgerðin vera umborð

Á opnum bátum frá áttamannafari (24 fót/7,44m) og uppeftir umframt deksfør undir 20 tons (BT)
1. Kumpass, sum á deksførum skal vera føst uppsett
2. Floyta, tó soleiðis, at um báturin er styttri enn 12 m, floyta ella blásilúður.
3. Mastur, segl, árar og bátshaki, har hetta er verkliga gjørligt.
4. Eldsløkkjari, 6 kg pulvur.
5. Minst 2 pøsir.
6. 3 neyðrakettir, 3 neyðbluss og lumma-lykt.
7. Varp við ílatogi.
8. Bjargingarbelti, -vestur ella bjargingar-búni til hvønn persón.
9. Neyðsendari av VHF slagi, ikki berbarur, men fastgjørdur umborð.
10. Siglingarljós.
11. Radarreflektor.
12. Skipsskjøl, vegleiðingar og uppsløg, sum eru kravd. Føroyskur álmanakki og sjókort yvir sigliøki.
13. Bjargingarkransur við línu, sum er 27,5 m.

Bátar, minni enn áttamannafar (24 fót/7,44m), men størri enn 20 fót/6,20m
1. Kumpass.
2. Blásilúður ella floytu.
3. Mastur, segl, árar og bátshaka, har hetta er verkliga gjørligt.
4. Føroyskan álmanakka.
5. Pøs.
6. Bjargingarbelti ella -vest til hvønn persón.
7. Neyðrakett ella neyðbluss og lummalykt.
8. Varp við ílatogi.
9. Radarreflektor.

Bátar, minni enn 20 fót (6,20 m)
1. Bjargingarbelti ella -vest til hvønn persón.
2. Árar
3. Pøs.