Endamálið við Kongshavnar frítíðarsiglarar
Í 2013 stovnaðu Hilmar Hansen, Jonhard Danielsen og Oluffa Joensen áhugafelagið ”Kongshavnar frítíðarsiglarar”.

Nevndin skipaðu seg við Hilmar Hansen sum formanni, Jonhard Danielsen sum næstformanni og Oluffa Joensen sum kassameistari. Endamálið við Kongshavnar frítíðarsiglarar er at bøta um umstøðurnar hjá frítíðarsiglarum og at skipa fyri ymiskum tiltøkum, sum hava við frítíðarsiglarar og sjógvin at gera.

Til at fíggja raksturin hjá felagnum, hevur felagið gjørt avtalu við Kongshavnar havnastýri, har felagið fær eina samsýning fyri at rudda fjøruna kring Skálafjørðin, tó undandikið havnaløgini.

Fyri at stuðla felagnum, verður heitt á allar frítíðarsiglarar um at verða við til at rudda fjøruna og at gerast limir í felagnum.

Í samband við ruddingartiltøkini verður skipað fyri hugna av onkrum slag. Øll eru vælkomin við hugskotum.

Tað eru vit sum skapa karmarnar. Trivnaður er okkara hjartamál.

Nevndin fyri Kongshavnar frítíðarsiglarar
 
Avtala um rudding á Kongshavn
Kongshavnar frítíðarsiglarar gjørdi tíðliga á sumri í 2013 avtalu við Konghavnar havnastýri um rudding av fjøruni kring Skálafjørðin. Henda avtala er endurnýggjað og er eisini galdandi fyri 2014.

Avtalan er í stuttum, at fjøran skal haldast rein og ruddilig frá Garðsenda á Toftum/Raktanga á Strondum og inn í Skálabotn. Havnaløgini eru tó undantikin, tí hesi koma undir lokalu havnaløgini, sum kommunurnar hava ábyrdina av.

Fyri hesa uppgávu fær Kongshavnar frítíðarsiglarar ávísa peningaliga samsýning, tá skjalprógv er fyri, at ruddingin er gjørd.Súni í Hjøllum, formaðurin í Kongshavnar havnastýri, sigur, at í mong ár hava tey á Stíggi átikið sær hesa uppgávu, men í 2013 høvdu tey ikki manning til hetta, og tí varð heitt á Kongshavnar frítíðarsiglarar við Hilmari Hansen, á Nesi, sum formanni, um at gera arbeiðið.

”Vit í havnastýrinum vóru væl nøgd við arbeiðið, sum Kongshavnar frítíðarsiglarar gjørdi í 2013, so tað varð avgjørt at leingja avtaluna fyri 2014 og framyvir, so leingi partarnir eru nøgdir við avtaluna og arbeiðið, sum gjørt verður. Kongshavnar havnastýri leggur stóran dent á, at umhvørvið kring Skálafjørðin verður væl umsitið,” sigur Súni í Hjøllum.

Viðtøkur fyri ”Kongshavnar frítíðarsiglarar"
1. Navn felagsins er "Kongshavnar frítíðarsiglarar". Heimstaður felagsins er adressa formansins.
2. Endamál felagsins er at styrkja samanhald millum frítíðarsiglarar í Kongshavn og í Føroyum sum heild. At skapa trivnað og samanhald millum teirra, ið sigla við frítíðarbátum og virka fyri og betra umstøðurnar hjá frítíðarbátum á fjørðinum og í Kongshavn
3. Felagið skipar fyri bátatúrum og sigling til festivalar & stevnur, umframt innanfelags skipaði tiltøk.
4. Felagið verður stjórnað av einari 3 - mannanevnd. Formaður, næstformaður, kassameistari . Nevndin skipar seg sjálv og velur skrivara.
5. Felagið verður teknað av formanni og kassameistara. Dispositiónir útyvir dagliga raksturin krevja tó góðkenning frá nevndini.
6. Aðalfundur skal haldast á hvørjum ári í mars mánað og skal hesin fráboðast skrivliga í seinasta lagi 14 dagar áðrenn við hesari skrá:
7. Val av fundastjóra
8. Val av fundarskrivara
9. Formansfrágreiðing
10. Framløga av roknskapi til góðkenningar
11. Ásetan av limagjaldi
12. Innkomin uppskot
13. Val av starvsnevnd og tveimun tiltakslimum
14. Val av tveimum grannskoðarum og einum tiltaksgrannskoðara
15. Ymiskt
16. Eykaaðalfundur skal haldast tá starvsnevndin ella í minsta lagi 1/3 av limunum ynskja tað.
17. Lógarbroytingar kunna vera framdar, um í minsta lagi 2/3 av teimum frammøttu limunum atkvøða fyri tí.
18. Felagið kann verða avtikið, um 3/4 av teimum møttu limunum atkvøða fyri tí.
19. Um felagið verður avtikið, avger aðalfundurin, hvat ognir felagsins skulu nýtast til